tel 266010
Um Ernast
​
Viðgerðarstovan Ernast lat upp 1. februar 2021 og heldur nú til í Jóannesar Paturssonar gøtu 24.
Her kann eg bjóða tær eina heildarviðgerð sum byggir á vitan innan fakøkini fysioterapi, osteopati og pilates.
Síðani eg byrjaði at lesa til fysioterapeut, hevur mítt hjartamál og mín drívmegi verið at hjálpa øðrum at ernast.
Vit kunnu ernast bæði mentalt og likamliga.Ofta megna vit sjálvi í dagligdegnum at velja eina góða balansugongd millum rørslu og hvíld, bæði mentalt og likamliga.
Men viðhvørt er neyðugt at fáa eina hjálpandi hond ella eitt skump rætta vegin.
Sprota vit orðið ernast, síggja vit, at tað m.a. kann merkja: Livna upp, lívgast upp, upplíva, erpnast upp. Tað er júst hetta, eg vil vera við til at náa við viðgerðini, eg kann bjóða tær í Ernast
Eg vil fegin stuðla tær í gerandisdegnum at lívgast upp við t.d. at hjálpa tær til minni pínu, betri rørslu og meira orku, soleiðis at tú aftur fær gjørt tað, ið tær dámar best. At hjálpa og stuðla tær til betri rørslu og meira orku kann merkja so nógv ymiskt, alt eftir hvar tú ert í lívinum. Tú kanst t.d. ernast til aftur at íðka tann ítrótt, ið tú mátti gevast við vegna skaða, ella til at seta teg niður á gólvið og spæla saman við ommubørnunum ella sova væl uttan høvuðpínu.
Her á heimasíðuni kanst tú lesa meira um tær viðgerðir eg kann bjóða tær. Í stuttum snýr tað seg um at viðgera og stuðla trupulleikum í rørslulagnum, men eisini at fyribyrgja skaðum.
Við útbúgving innan fakøkini fysioterapi, osteopati og pilates kann eg bjóða tær eina heildarviðgerð, har eg bæði havi fokus á tann manuella partin, umframt styrkjandi vengjingar.
Ymiskir viðgerðarhættir saman við framhaldandi venjing er ein styrki, ið tryggjar tær eitt úrslit, sum vónandi kann halda fram yvir tíð.
Vit viðgerða
Tað mest venliga eg síggi á klinikkini innan osteopati:
​​
-
Smá børn við kolik, trupult við at amma, óróð, flatt ella asymetriskt kranium.
-
Barnakonur við trupuleika í koku og lendum.
-
Ymiskar rygg trupuleikar.
-
Høvðupínu, eisini migrenu.
-
Akslatrupuleikar samt tennisalboga.
-
Trupuleikar við øklum og hæl
-
Kjálkaliðs trupuleikar