top of page

Hildur Enni

_MG_0247.jpg

Eg eri fødd í 1984 og búgvi í Havn saman við manni mínum og tveimum børnum. Summarið 2019 fluttu vit heim aftur til Føroyar eftir 17 ár í útlegd.  

  

í januar 2010 varð eg útbúgvin fysioterapeutur á Professionshøjskolen Metropol og í november 2020 fekk eg ein nyggjan titul sum osteopatur, eftir at hava lisið 5 ár á The international Academy of Osteopathy.   

 

Jan 2010 bleiv eg liðug sum fysioterapeut. Og starvaðist tey fyrstu 3,5 árini sum Sundhedskonsulent á SundhedsCenter Tårnby. Har arbeiddi eg mest við lívstílssjúkum sum diabetes, lungasjúku KOL, og hjartasjúk. Fokus var á lívstilsbroytingum og motivation til ein sunnari dagligdag við góðum kosti og meira rørslu í dagligdagin. Ein sera lærurík og spennandi tíð, tað er heilt víst at eg brúki tann lærdómin hvønn dag í mínum arbeiði i dag. Vit eru nógv sum hava brúk fyri einum skumpi til ein heilsugóðan dagligdag sum fylgir okkara tempo.  

  

Síðan valdi eg at broyta kós, har møguleika var at fokusera á tann einstaka. Eg ynksti at kunna nørda í trupuleikan hjá tí einstaka, og kunna hjálpa teimum enn betur. Eg ynksti at síggja persónin sum eina heild, har tað fysiska og psykiska eisini er tikið við í metingum. Tí valdi eg at fara at lesa til osteopat, og fór samstundist at arbeiða á eini klinik, sum er eitt krav fyri at blíva osteopat. 

 

Mær dámar serliga væl at sleppa at kunna vera ein detektivur, leita eftir ársøkini og geva eina dygdargóða viðgerð. Og eg elski at sleppa til

​

Hví fór eg at lesa osteopati? 

Eftir nøkur ár sum útlærdur fysioterapeutur, gjørdist eg áhuga í osteopatiuni. Eg gjørdist serliga áhuga í at síggja og skilja kroppin, sum eina heild. Eg gjørdist samstundist sera hugtikin av nágreiniligu kanningarháttinum ið gjørdur verður áðrenn viðgerðin byrjar.  

 
Eg havi sjálv stríðst við einum ítróttarskaða og eftir fleiri kanningarumførum í heilsuverkinum hjá millum annað fysioterapeutum, serlækna og serdeild fyri ítróttarskaðar, kom eg til ein osteopat, sum eftir einari kanning kundi vísa á upprunan til skaðan. Eg bleiv forvitin eftir at læra meira og duga tað, sum ein osteopatur kann.  

Eftir mínum tykki hevur osteopatiin eina dygdargóða tilgongd sum ger at vit kunna uppnáa betri úrslit og kunnu hjálpa tær á besta hátt. 

arbeiðis og síggja so nógv ymiskir trupuleikar og kunna hjálpa teimum flestu. Osteopatiin hevur heilt víst verið tann rætta leiðin fyri meg.  

Útbúgving og sertifiseringar

  • Master of Sciense of Osteopathy. International Academy of Osteopathy samt Buck New Unisverity.  nov 2020  

.  

  • Fysioterapeut Skolen København PH Metropol jan 2010 

 

  • NLP practitioner- NLP huset 2015 

 

  • Sertificeret Pilates intruktør, frá Body Balance, við Lotte Paarup 2014 

Arbeiði

  • Sundhedskonsulent á SundhedsCenter Tårnby.  

  • Fysioerapeut og osteopatlesandi á Klinik.dk & Rødovre fysioterapi og Træning.

  • Ernast 

bottom of page