top of page
_MG_0265_edited_edited.jpg

Hvat er Osteopati ?

Osteopati er ein útbúgving sum tekur 4-5 ár. Tað ber til at lesa fulla tíð eftir student, bæði eina bachelor og master grad. Tað ber eisini til at lesa hálva tíð, um tú frammanundan hevur lisið til fysioterapeut, kiropraktor ella lækna. Tað finnast fleiri skúlar í Europa. Í Danmark ber til at lesa partíð gjøgnum The International Academy of Osteopathy sum samstarvast við Bucks New University í Onglandi. Tá koma lærarar ùr Belgien, Hollandi og Onglandi til Keypmannahavn at undirvísa 9-11 modulir um ári. 

 

Osteopati er ein viðgerðarháttur, sum byrjaði í USA seinni helvt av 1800 talinum.Viðgerðin er síðani ment og verður í dag brúkt um allan heim. í 2018 gjørdist osteopati ein autoriseraður yrkisbólkur í Danmark.  Hetta merkir, at vit hava somu skyldir, sum allir aðrir 

yrkisbólkar í heilsuverkinum.

Osteopatar kanna kroppin á ein øðrvísi hátt og viðgerða eisini øðrvísi. Í viðgerðini brúka vit hendurnar til at mobilisera, manipulera og strekkja fyri soleiðis at ávirka vevnað i kroppinum. Arbeiðshátturin ávirkar liðir, vøddar, bindivevnað, blóðrensl og nervalagið.

Kjarnin í osteopati er, at kroppurin hevur evnini at grøða og lekja seg sjálvan. Men kroppurin kann koma út úr síni javnvág av til dømis skaðum, einstáttaðum arbeiðsstøðum, ov lítlari ella ov nógvari rørslu, skeivum kosti, strongd osfr. Tá hevur hann ofta brúk fyri at fáa stuðul og hjálp fyri at endurvinna javnvágina og heilsuna aftur. At hjálpa kroppinum at endurskapa javnvágina, er virkisøki hjá einum osteopati.

 

Kroppurin er samansettur av nógvum ymiskum vevnaði, sum hanga saman og ávirkar hvønn annan. Tí er tað ikki óvanligt at orsøkin til ein trupulleika liggur eitt annað stað, enn har pínan er. Ein osteopatur viðger bæði, har pínan er og tey økini, har ójavnin byrjaði ella stavar frá. 

Ein umráðandi partur av viðgerðini er eisini at gera vart við tað vit sjálvi kunnu gera fyri at menna heilsuna, m.a. svøvn, kost og rørslu. Um vit skulu geva okkum vón um at uppnáa eina góða heilsu, mugu vit gerast tilvitaði um, at nøkur viðurskifti, kunnu bert vit sjálvi gera nakað við. Tey sum gera sítt, tá tey fáa viðgerð, fáa eisini meira burturúr.

 

Eyðkenni fyri ein osteopat er, at vit síggja og skilja kroppin sum eina heild. Alt hongur saman.

 

Les meira um osteopati á www.danskeosteopater.dk ella www.osteopathie.eu

_MG_0245_edited_edited.jpg
bottom of page